Tíðindi

soleiðis fer “Lúkukaffi” í Ribarhúsi at hava opið til jóla

Soleiðis verður opið frá viku 48 og til jólar Mánadag og týsdag er stongt Mikudag  kl.14.00 til 17.00 Hósdag  kl.10.00  til 17.00 og hósdagar  er suppa frá kl. 11.30 …til uppi er 😉 Fríggjadag kl.14.00 til 17.00 Leygardag kl.11.00 til 14.00 ( í smb við tiltøk longri opið) Sunnudag  opið í smb. við tiltøk Piddasahandil […]

Vælkomin til list og kaffi – vælkomin í hugnaligt, kveikjandi og øðrvísi umhvørvi, nú “Lúkukaffi” letur upp í Ribarhúsi

Vit byrja s p a k u l i g a – og hósdagin 19. novembur  kl.10.00 til kl. 17.00 fer at bera til at keypa ein góðan drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið ígjøgnum veggjalúkuna í Ribarhúsi fyri fyrstu ferð. Í morgin verður tað jólabolli v/smør osti og rabarbusyltetoy, súreplaterta v/súrróma,  brownie v/hindber og sjokolátamoussé, […]

Januar 2021 markaður til ungfólk

Januar 2021 í Ribarhúsi er markaður til ungfólk. Ert tú  ung/ungur og fæst við list ? málningar – tekningar – kolasjur – foto – leirlist – yrkingar – tónleik ella annað… Kundi tú hugsa tær at sýnt fram? So er Ribarhús ein møguleiki hjá tær í januar 2021 😉 Set teg í samband við okkum […]

Frits í Ribarhúsi við vatnlitaframsýning sum letur upp mánadagin 26.okt kl.16

Endiliga aftur okkurt forkunnugt á gomlu brettunum  –  mánadagin 26. okt  kl. 16.00  letur okkara Frits vatnlitaframsýning upp í Ribarhúsi Framsýningin er opin til 25. novembur. Myndirnar eru úr hansara egna hugaheimi á ymsan hátt, har penslabørnini  fara um gluggar, karmar, hálvar skjøldrar, næmingar, teldur, fólk, steinar, andlit o. s. fr. Frits heilsar øllum hjartaliga […]

Vígdis Sigmundsdóttir í Ribarhúsi

Sunnudagin 26.juli kl. 16 letur hon upp myndasýning í Ribarhúsi. Vígdis hevur listarliga ferðast innan mong skapandi øki, og róð upp undir flytingar frá tí natúrliga til tað ekspressiva og poetiska. Nú er hon farin inn á ein annan bás – “Collage Mixed Media”, har ymisk evni verða brúkt til at forma myndirnar við t.d. […]

Helena Kjeld letur upp framsýning sunnudagin 12. juli kl. 16

Helena Kjeld letur upp mynda- og málningaframsýning í Ribarhúsi sunnudagin, 12. juli kl 16:00. Helena er dóttir Fridrikku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi. Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar. Helena hevur gingið á Cambridge school of […]

Marjun í Lambanum í Ribarhúsi

Marjun letur upp málningaframsýning leygardagin, 27. juni kl 16 – og øll hjartaliga vælkomin til ferniseringina 🙂 Marjun er ættað úr Norðagøtu og er gift við fuglfirðinginum Samson í Lambanum og eiga tey 4 deilig børn: Fritleif, Sonja, Ragna og Jákup. Tað skemtiliga og tað listaliga eigur dagin og løtuna. Hennara penslabørn eru komin væl […]

“Nýtt uppá stokkarnar” hesaferð tó nýtt við hekklinálini :) leygardagin 27.juni fara vit at hekkla ommupuntar.

Ein fínur máti at byrjað summarfrítíðina ! Eftir kl. 10, verður byrjað í Noðastovu – nýggja heimliga tóhandlinum á havnarlagnum, við tógv og hekklinál  og vegleiðing til dagsins uppgávu. Og sjálvandi kaffi við føroyskum ísi afturvið. Dugnaligi undirvísarin setir okkum í gongd við uppgávuna út frá einari grunduppskrift, men tað er frítt at seta egnan […]

13. juni er aftur “Nýtt upp á stokkarnar” á Ribarslofti – hesaferð “Entrelac-binding”

Og aftur hesaferð er nógv við í prísinum – Í Noðastovu tógv og stokkar, kaffi og vegleiðing til dagsins uppgávu, dussar á Ribarslofti meðan tit stokkast. Máltíð á middegi, vitjan á Fjord við kaffi og føroyskari sjokolátu. Og har afturat  verða eisini stundir at leggja frá sær og fara út at forvitnast eitt sindur í […]

Summartónar í Ribarhúsi – mánadagin 15. juni kl. 19.30

Sum part av Summartónum, fara tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, at spæla konsert í Ribarhúsi mándagin 15. juni kl. 19.30 Tey bæði hava saman framført víða um. Tvær stórar konsertferðir í U.S.A. í 2005 og aftur í 2016, har ið tey vóru gestir hjá ungverska dirigentinum Frederic Balazc, sála. Tey […]